ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Brot úr Føroya søgu

Bøkur >>

Bókin Brot úr Føroya Søgu er útkomin á forlagnum Fróðskapi. Lena Nolsøe, savnvørður á Landsskjalasavninum, hevur ritstjórnað. Bókin er 166 síður og kostar 200 kr.

Brot úr Føroya søgu er eitt savn av 10 greinum um Føroya søgu. Greinirnar fevna í tíð frá 16. øld til 20. øld. Evnini, sum verða viðgjørd, fevna eisini vítt. Í trimum greinum verða Einahandilin og privatur handil viðgjørd. Persónsøga er umboðað av so ymiskum fólkum, sum tí ókendu Maren Jeremiasdatter og einum av best kendu føroyingunum, Magnusi Heinasyni. Eisini elsta jarðarbókin frá 1584 og livikor í Føroyum í 1800-talinum verða viðgjørd. Úr nýggjari tíð eru evnini stovnsetanin av Landsskjalasavninum, arbeiðara- og fakfelagsrørsla og politisku viðirskiftini undir 2. Veraldarbardaga.

Greinirnar eru grundaðar á fyrilestrar, sum vóru hildnir í sambandi við 75- ára haldið hjá Landsskjalasavninum. Tá heitti stovnurin á ymiskar granskarar um at halda fyrilestur um evnir úr Føroya søgu, sum teir høvdu granskað í, har granskingin í høvuðsheitum er grundað á skjøl, sum eru í varðveitslu á Landsskjalasavninum.

Bókin er væl egnað til skúlabrúks, men er ætlað øllum við áhuga fyri føroyskari søgu. Hon fæst til keyps í bókabúðunum.

Yvirlit yvir greinirnar í bókini:
•    Arne Thorsteinsson: Jarðarbøkur og jarðarognir
•    Páll Nolsøe: Magnus Heinason - søgan um eitt justitsmorð?
•    Rolf Guttesen: Veðurlag, framleiðsla og fólkatal í 1800-talinum og fyrr
•    Lena Nolsøe: Stríðið um skjølini
•    Hans Andreas Dam Joensen: Kongligi einahandilin – meira enn ein handil
•    Andras Sólstein: Kgl. einahandilin í Klaksvík 1837-1856
•    Jógvan Ravnsfjall: Handilin hjá Jørgen Bech og Sønner í Klaksvík 1880–1900
•    Anja Wenningstedt: Hví spøkir Jeremias?
•    Erland Viberg Joensen: Arbeiðara- og fakfelagsrørsla í Havn fram til 1950-árini – og skjølini á skjalasavninum ABA
•    Hanna í Horni: Bretska hersetingin av Føroyum undir 2. veraldarbardaga – við serligum atliti at leiklutinum hjá Hilbert amtmanni og Reventlow, danska sendimanninum í London
 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 28/05/2010, 20:15

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum