Bankapakkarnir ikki so galnir kortini

Politikkur >>

Mikið rumbul hevur staðist av sonevndu “Bankapakkunum”, síðan teir vórðu settir í verk. Serliga hava Hoydal og hansara soldátar funnist at. Nú Eikin er seld, má hóast alt standa eftir, at “Bankapakkarnir” ikki vóru so galnir kortini.  Vóru vit ikki við, er lítið at ivast í at húsaeigarar, vinna og onnur sótu við skegginum í postkassanum í dag.

Bankapakkarnir
Bankapakki I veitti statsgaranti fyri innistandandi í bankanum í tvey ár. Hetta var neyðugt fyri at styrkja um álitið á bankarnar. Vandi var fyri, at peningur fór at verða tikin úr  bankunum, um einki varð gjørt. Eitt sokallað “run” á føroysku bankarnar hevði neyvan spælt væl av.

Við Bankapakka II var í høvuðsheitum talan um at leingja statsgarantiið fyri innistandandi úr tveimum í fimm ár, og at geva peningastovnum, sum høvdu tørv á tí, møguleika at taka serlig lán úr statskassanum, sum kunnu javnsetast við eginpening, og tí styrkja um kjarnukapitalin hjá bankunum.

At enda hevði Bankapakki III til endamáls at gera eina skipan til bankar, sum annaðhvørt skuldu takast av ella seljast øðrum, ið sum minst órógvaði kundan og peningakervið annars. Hendan skipanin varð gjørd fyri at lofta bankum, sum sjálvt við fyrru bankapakkunum vóru so illa fyri, at teir ikki kundu halda fram við sínum virksemi.

Brúk hevur verið fyri bankapakkunum
Tað vóru ikki mong, ið væntaðu, at brúk fór at verða fyri Bankapakka II og Bankapakka III í Føroyum. Hildið varð, at bankarnir vóru væl fyri. Men tíðin hevur víst, at allir føroysku peningastovnar tóku við tilboðnum í Bankapakka II. Harumframt varð  tíverri eisini  neyðugt at gera brúk av Bankapkka III, tá Eik Banki  í fjørheyst kom í ringan sjógv og fór av knóranum.

Dygdin í bankapakkunum prógvað
Ikki minst sølan av Eik Banka til TF-Holding hevur víst, at møguleikin at vera við í skipanini, sum danska stjórnin setti í verk, fyri at byrgja fyri óhepnum avleiðingum á bankavirksemið orsakað av fíggjar- og búskaparkreppuni, hevur havt stóran týdning fyri okkum.

Statsgarantiið tryggjaði, at peningur ikki varð fluttur av landinum. Lánið úr statskassanum til tess at styrkja kjarnukapitalin í bankunum, setti ferð aftur á peningarenslið, sum annars var læst fast, og Eik Banki  (helvtin av føroyska bankakervinum)  er endurreistur uttan stórvegis hóvasták.

Hugsi ikki nakað annað land á okkara leiðum hevur havt slíkan møguleika. Vóru vit ikki við, er lítið at ivast í, at bankar, húsaeigarar, vinna og onnur sótu við skegginum í postkassanum í dag.

Aðrastaðni, eitt nú í Íslandi, hava vit tíverri sæð, at alt bankakervið hevur verið fyri hóttafalli. Tað hevur havt sera álvarsligar avleiðingar við sær, sum hava gjørt, at neyðugt hevur verið við hjálp uttanífrá.

Eftirmeting
Hóast vit stórliga  kunnu fegnast um loysnina, sum nú gjørdist veruleiki, mugu vit kortini eftirmeta alla gongdina í samstarvinum millum føroyskar og danskar myndugleikar í samband við bankapakkarnar. Eru viðurskifti, sum kundu verið gjørd øðrvísi og við størri fyrimuni fyri okkum, eiga tey at verða lýst og fingin í rætt lag.

Landsstýrið eigur beinanveg, í tann mun tað er gjørligt, og út frá royndunum við bankapakkunum, at betra um og gera tilbúgvingarætlanir, sum uppaftur fyrr kunnu verða settar í verk, um vandi er á ferð, soleiðis at betur kann sleppast undan líknandi støðum í framtíðini.

Fari at enda at rósa landsstýrinum fyri avgerðina um ikki at vera við til at keypa Eik Banka, og at ynskja nýggju eigarunum til lukku við keypinum og blíðan byr.

Nú verða tað nevnd og stjórn, sum við skynsomum rakstri, skulu mynda framtíðina hjá “nýggja” bankanum. Vónandi verður tað til sóma fyri land og fólk.

Bjørn Kalsø,
løgtingsmaður


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 13/01/2011, 16:25

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum