ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Ágangur mótvegis sjófólki

Lesarin skrivar >>

Fiskimannafelagið arbeiðir av álvara við spurninginum um eina blokadu av Thor, um felagið ikki fer at halda teir sáttmálar, ið vit hava her á landi.

Tað tykist ikki longur at vera nakað mark fyri, hvussu fólk verða viðfarin, ella hvussu lítil løn kann verða givin sjófólki.

Hetta kann endu í einum stórum roki, og eru okkara arbeiðsmarknaðarskipanir á sjógvi og landi í vanda fyri at kollrenna, tí landsins myndugleikar eggja reiðaríum at útnytta útlendskt sjófólk.

Vit arbeiða í føroyskum sjóøki, við føroyskum skipum, við føroyskum kvotum. Sjálvsagt skulu sáttmálar og lógir í Føroyum vera galdandi – einki annað kann koma upp á tal.

Landsstýrið undirgrevur sáttmálarnar
So er spurningurin, hví eggja landsins myndugleikar reiðaríum at taka bíliga arbeiðsmegi umborð?

Er tað tí at sjófólk ikki eru rættuligt fólk?

Hava sjófólk ikki krav uppá somu rættindi, sum øll onnur her á landi?

Hvat við teimum skipanum, vit hava uppbygt fyri sjófólk okkara? Skulu hesar nú brótast niður uppá stutta tíð?

Hví fáa vit ikki loyvi at virka og liva í okkara egna landi?

Hví skulu inntøkurnar takast frá sjófólki okkara?

Skulu familjurnar hjá sjófólkinum ikki hava mat á borðið?

Krevja okkara rætt
Hví skulu vit í Føroyum lata dyrnar upp fyri, at reiðaríir útnytta fólk úti í heimi, sum eru illa fyri, og tí ikki kunna krevja virðiliga løn, meðan teir sjálvir kunna liva eitt lív í marglæti.

Er hetta rætt, og er hetta soleiðis at vit vilja hava okkara sjóvinnu at vera?

Tað er nú, vit skulu til at verja okkara kæru, og tað er heilt vist, at standa vit ikki saman, sum drangur í brimi, so fer hetta at koma okkara sjófólki, familjum teirra og okkum øllum aftur um brekka.

Eg fari tí at biða tykkum fiskimenn at gera tykkum til reiðar at stríðast. Vit mugu berjast fyri teimum rættindum, sum vit hava uppbygt gjøgnum áratíggju, vit skulu ikki lata okkum alt lynda.

Sjófólk okkara ger hvønn dag sína skyldur, tað einasta vit gera er at krevja okkara rætt.

Jan Højgaard


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 02/09/2010, 22:36

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum