ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Aftur rok um Atlansflog

Mítt tastatur >>


Mynd: Jógvan Helgi Hansen

Politiska toganin um Atlansflog heldur fram. Vágaportalurin hevur verið í arkivinum og hugt eftir gongdini seinastu árini, síðan Johan Dahl gjørdist landsstýrismaður.

Stutt áðrenn Johan Dahl gjørdist landsstýrismaður meldaði hann greitt út, at øll nevndin í Atlansflog skuldi skiftast út. Hetta uttan mun til, hvussu tað hevði gingist felagnum.

Stutt eftir gjørdist eisini rok um Atlansflog.

Meðan umboð fyri Atlansflog í november 2008 sótu á íleggjarafundi í Keypmannahavn, og royndu at gera felagið attraktivt fyri íleggjarar, boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann ætlaði at keypa einskilda triðingin aftur í landskassan. Hette elvdi til mikið rumbul millum privatu partaeigararnar.

Uppundir aðalfundin í 2009 var aftur rok um felagið.

Landsstýrismaðurin fekk harða mótstøðu frá privatu partaeigarunum í sambandi við ætlan hansara at fremja broytingar í viðtøkum felagsins, sum m.a. høvdu við sær, at privatu partaeigararnir skuldu missa nevndarumboðanina, sum teir annars søgdu seg hava fingið lyfti um í desember 2007. Eisini ætlaði landsstýrismaðurin tá at koyra allar nevndarlimirnar frá.

Viðurskiftini høvdu við sær nógv fundarvirksemi, eisini millum landsstýrismannin og privatu partaeigararnar. Privatu partaeigararnir vóru í øðini, tí tað eftir teirra tykki var eingin ivi um, at landsstýrismaðurin við tiltøkum sínum einsamallur ætlaði at taka kontroll yvir felagnum. Landsstýrismaðurin tosaði hinvegin um at tryggja Føroyum farleiðirnar í útheimin, bæði á sjónum og loftvegis. Landsstýrismaðurin bað íleggjararnar ikki hava nakran ótta: ”trust me, i am a good bussinesman”.

Rokið uppundir aðalfundin í 2009 endaði við, at 2/3 av nevndini vóru skiftir út. Eftir fund við privatu partaeigararnar lovaði landsstýrismaðurin greiðar leiðreglur fyri val av nevndarlimum v.m. Hóast næstan tvey ár eru gingin síðani hetta lyftið var givið, eru ongar leiðreglur gjørdar.

Uppundir aðalfundin í 2010 var aftur rok um felagið.

Størsti privati partaeigarin ynskti viðurskiftini millum landsstýrið og privatu partaeigararnar viðgjørt á aðalfundinum. Partaeigarin var eisini í øðini um, at landsstýrismaðurin skifti einasta eftirverandi nenvdarlimin út við eina svenska kvinnu. Íslendski nevndarlimurin, sum var skiftur út hevði sitið í nevndini í mong ár og viðkomandi hevði drúgvar royndur innan loftferðslu annars.

Privati partaeigarin hótti í vár at úttaka stevning móti landsstýrinum, tí landsstýrið eftir hansara tykki als ikki hevur hildið tey lyftir, sum vóru givin tá fyrsti triðingurin av partapeninginum var seldur. Partaeigarin skuldsetti eisini landsstýrið fyri at hava útvegað sær eyka inntøkur við hægri gjøldum alt til stóran skaða fyri felagið og harvið eisini privatu partaeigararnar.

Fyrr í vikuni boðaði landssstýrismaðurin so aftur frá tiltøkum viðvíkjandi Atlansflog. Nú skal næsti triðingurin seljast. Verður hetta ikki samtykt, má løgtingið taka avgerð um at keypa partabrøvini aftur frá privatu partaeigarunum.

Løgmaður boðaði í gjáramorgunin frá á Vágaportalinum, at eingin avgerð er tikin um nakað sum helst viðvíkjandi Atlansflog og segði, at her fyriliggja helst nakrar misskiljingar.

Talvið millum landsstýrismannin og Atlansflog heldur fram.

ólavur


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 25/08/2010, 23:39

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum