Tingið var ikki meiri enn savnað aftur, so fór tann slitna plátan aftur í gongd: “Samgongan fær tveir mánaðir”, segði ein álvarsamur Jørgen Niclasen fyrst í august, og ein annar samgongufelagi, Hans Pauli Strøm, gav samgonguni fjúrtan dagar. Ímillum Gjógv og Skagen Frá kommunureformi og skúlareformi til fiskivinnureform og sjúkrahúsreform er úrslitið tað sama: Einki verður til nakað, tí hendan sokallaða “samgongan” kann ikki semjast um nakrar størri politiskar raðfestingar. Pínligi ríkisfundurin í Skagen, kjakið um ólavsøkurøðu løgmans og rokið um fiskidagarnar eru bert seinastu dømini um eina “samgongu” og ein “samgonguleiðara”, sum á ongan hátt liva upp til hesi heitini. Á einum láturligum ABC-seminari við Gjógv í februar varð ein sonevndur avrikslisti almannakunngjørdur, sum reduseraði hugtakið “avrik” til sjálvsagt og innantómt orðaskvaldur. Og tá ein fíggjarlóg ella ein fíggjarkarmur skal snikkast til, so kennir eingin úrslitið – heldur ikki politikararnir sjálvir – fyrr enn fimm minuttir í tólv. Soleiðis var tað í fjør heyst undan fíggjarlógini fyri 2010. Soleiðis hevur tað verið í vár í sambandi við fíggjarkarmarnar fyri 2011. Og nú byrjar showið gud hjálpi mær aftur við fíggjarlógini fyri komandi ár, sum skal samtykkjast í desember. ABC-samgongan er impotent. Hon er so breið, heterogen og ósamanhangandi, at hon langt síðani hevur mist sín legitimitet. Sína “raison d´être”. Sína orsøk til at vera til. Fyribrigdið Kaj Undir kjakinum um løgmansrøðuna setti Sjúrður Skaale løgmanni ein ógvuliga einfaldan spurning: Hvør er kabinettspurningurin hjá Kaj Leo Johannesen? Nær sigur løgmaður, at okkara tilverurættur stendur og fellur við hesum ella hasum málinum? Men løgmaður var – surprise surprise – ikki førur fyri at koma við nøkrum, sum líktist einum ítøkiligum svari. Og tað sigur seg sjálvt, tí maðurin er útilokandi eitt úrslit av tí, sum hendir rundan um hann. Tað hugvekjandi er, at vit hava vant okkum við ruðuleikan. Politikararnir. Miðlarnir. Og veljararnir. Vit hava vant okkum við eina politiska leiðslu, sum ikki er før fyri at orða eitt grundleggjandi politiskt prosjekt. Vit hava vant okkum við eina stjórn, sum sjáldan hevur parlamentariska baklandið við sær, tá hon ber síni útkøst – fyri ikki at siga kladdur – niðan í løgtingið. Og vit hava vant okkum við ein løgmann, sum er so veikur, disorienteraður og politiskt ósannførandi, at hann er vorðin ímyndin av einum anti-leiðara. Ein yvirfladiskur kransakøkufigurur, sum ikki brúkar sítt formliga vald, og sum ikki hevur nakað óformligt vald, tí eingin í politisku skipanini hevur virðing fyri manninum. Vit hava vant okkum við ein anarkistiskan veruleika, sum er kemiskt reinsaður fyri greiðum politiskum ætlanum. Landsstýrisfólkini endurtaka upp í saman, at “eg vildi so fegin, men eg finni ongan meiriluta í samgonguni”. Og so heldur gerandisdagurin fram við hesum somu fólkunum, sum ikki kunnu ábyrgdast fyri nakað, tí tað altíð eru hini, sum ikki tíma. Tá stjórnir í londunum kring okkum leggja eitt uppskot fram á ting, eru innanhýsis ósemjur vanliga avgreiddar, og uppskotini glíða ígjøgnum parlamentariska maskinaríið uttan stórvegis trupulleikar. Tað er líkasum poengið við at hava eina stjórn. Men í Føroyum hava vit øvugtan arbeiðshátt. Her tveita máttleys landsstýrisfólk uppskot í tingið, og so fer bardagin í gongd. Hvør hevur evsta valdið? Hvør er kósin? Og hvussu skulu vit veljarar taka støðu til, hvørjum vit halda við og ikki? Miðlarnir svíkja Dimmalætting ger eina heiðurliga roynd við vikuskiftisinnlegginum Punktum.fo, meðan vit framvegis bíða eftir, at lyftið hjá tí altíð so produktiva Miðlahúsinum um meiri dýpd og bakgrund, eftir at blaðið fór niður í trý bløð um vikuna, verður veruleiki. Og hvat við mínum egna arbeiðsplássi, Kringvarpinum? Kjaksendingin Eygsjón er ein glotti, men samstundis hevur Kringvarpið onga politiska bakgrundssending, sum veruliga gevur journalistum stundir til at grava, og sum t.d. kundi verið á skránni eina ferð um vikuna. Og tað má mann hava, um mann hevur ambisjónir um meiri enn skjótan tíðindaflutning og løtumyndir, sum sjáldan fara afturum og forklára, HVÍ hetta ella hatta hendir. Blokkpolitikkur, takk! Í Føroyum er tað øvugt. Her fara seks óskipaðir flokkar á val, og so mugu gudarnir vita, hvat kemur út í hinum endanum. Her finst eingin greiður sáttmáli ímillum politikarar og veljarar, sum kann eftirmetast, tá valskeiðið er runnið. Valdysturin er eitt púra ókeypis útboð av lyftum, og tí mugu politisku journalistarnir næstu ferð krevja svar uppá, presis hvussu hvør flokkur ætlar at gjøgnumføra síni hjartamál eftir eitt val. Annars hava lyftini null virði. Hesar reglurnar eru ikki fyri ella ímóti nøkrum ávísum flokki. Eg sóknist bert eftir eini politiskari leiðslu, sum grundar sín eksistens á eitt ella annað politiskt innihald, sum ein kann vera fyri ella ímóti. Eg sóknist eftir samgongum og stjórnum í orðsins sanna týdningi. Eg sóknist eftir analytiskum, politiskum journalistikki, sum lyftir seg upp um tann dagliga streymin av tíðindum. Og til komandi valstríð hevur føroyska fólkið krav uppá okkurt, sum minnir um blokkpolitikk, so vit veljarar hava okkurt at taka støðu til. Í verandi støðu hava vit eittans hugtak at fyrihalda okkum til: Ruðuleika! Heini í Skorini Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|