Tá ein hevur verið U2 fjeppi í 25 ár, er helst ikki annað at rokna við enn at konsertin rørir ein á ógvusligan hátt, og tað hendi eisini hetta kvøldið. Men tað, sum setti spor var, at U2 vóru heilt einastandandi menniskjaligir og jarðbundnir. Tað sannaðu vit fyrst, tá vit hittu teir, og teir settu tíð av at heilsa uppá fólkið, sum var møtt framman fyri hotellinum.
Bono hevur altíð sagt, at hann roknar fjepparnar, sum keypa fløgurnar og atgongumerkini til konsertir, sum sínar arbeiðsgevarar, og man kennir eisini, at hann hevur sanna virðing fyri tær. Kristiskar røddir siga sjálvandi, at hann er messianskur og sjálvhátíðarligur. Tað skuldu fólk sleppa at halda, men fyri ein fjeppa ljóðar tað mest sum grenj, sum onkursvegna hevði verið borið fram sama hvat varð sagt ella gjørt. Leygarkvøldið í Helsinki gjørdist forkunnugt fyri okkum tí, at fleiri løg vórðu spæld, sum vit ikki høvdu roknað við. Frammanundan høvdu vit kannað tað, sum varð spælt áðrenn, og setlistin plagar at variera við einum ella tveimum løgum. Í Helsinki fingu vit heili 4 løg, sum ikki vóru spæld higartil á konsertferðini í 2010. Sum heild tóktust U2 sera avslappaðir og væl upplagdir, og tað tóktist sum høvdu teir hugsað, at síðani tað eru 13 ár síðani teir seinastu vitjaðu Finnland, skuldu teir eisini njóta tað til fulnar.
"No Line On The Horizon" varð spældur í eini alternativari útseting. "I Will Follow" er ikki spælt í 2010 og "Pride (In The Name Of Love) varð eisini spældur fyri fyrstu ferð. Harafturat fingu vit tann framíhjárætt at verða vitni til eina heimsfrumframførslu, tá Bono og The Edge spældu eitt spildurnýtt lag, sum ongantíð er spælt áður. Bono segði, tá lagið "Every Breaking Wave" var av, "no one has heard it before...not even us". Vit fingu eitt satt brak av eini konsert, har serliga løg sum "I'll Go Crazy If I Don't Go Crazy Tonight", "City Of Blinding Lights", "One", "Miss Sarajevo" har Bono sang italska partin, sum Luciano Pavarotti sang á fløguni, "Hold Me, Thrill Me, Kiss Me, Kill Me" og ein heilt einastandandi lekkur útgáva av "With Or Without You", sum byrjaði við at bassleikarin, Adam Clayton, kom ov tíðliga inn, so tá Bono hevði sungið tvær reglur, byrjaði hann umaftur og spurdi skemtandi "are we all set now?". Tá sjálvt mistøkini kennast hjartalig, veit man, at man er á rættum staði.
U2 endaðu konsertina við einum av bestu løgum teirra, eftir mínari meting, "Moment Of Surrender" av seinastu útgávuni "No Line On The Horizon". Hetta lagið kendist sum eitt perfekt punktum hetta kvøldið, men tá regnið, sum annars ikki hevði gjørt um seg síðani upphitingina, helt á, sang Bono í endanum "Singing In The Rain" og áskoðarafjøldin helt fram eftir at U2 vóru farnir av pallinum. Teir komu inn aftur at syngja saman við okkum. Og vit kendu okkum væl. 53.000 fólk vóru á konsertini. Bono segði "vit spæla í kvøld fyri einum prosenti av tjóðini. 98 konsertir aftrat og vit hava spælt fyri tykkum øllum. Tað ber til," skemtaði hann. Og vit trúðu honum. Eg hevði onki havt ímóti 98 konsertum av hesum slagi. U2 spældu: Eykaløg: Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|