ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


5 fólk hjá Landsverk hava fingið ætlanarskriv

Onnur tíðindi >>

Landsverk: Álvarsliga støðan, sum landshúsarhaldið er komið í, ber í sær, at mest sum allir almennir stovnar skulu finna sparingar í komandi ári. Fíggjarkarmurin fyri 2011, sum var samtyktur í vár, áleggur Landsverki at spara 4,1 mió kr.

Leiðslan á Landsverki hevur nú gjørt eina spariætlan, sum stovnurin skal fremja fyri at røkka hesum máli. Hetta hevur nú við sær, at Landsverk í dag handar fimm starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn til hoyringar. Talan er um fýra starvsfólk á høvuðsskrivstovuni í Havn og ein formann á vegadeildini fyri Suðurstreym. Harafturat fer eitt starvsfólk á framleiðsludeildini frá vegna aldur, og eitt millumleiðarastarv fellur burtur. Fyrr í ár vóru tvey starvsfólk á høvuðsskrivstovuni søgd úr starvi orsakað av sparingum, og er talan tí samanlagt um átta størv, sum í ár eru niðurløgd á Landsverki orsakað av sparingum.

Fleiri sparitiltøk
Afturat hesum verða eisini onnur sparitiltøk sett í verk, sum raka virksemi stovnsins breitt. Tó fara sparingarnar mest at gera um seg í sjálvum rakstrinum og viðlíkahaldinum av landsvegunum.

- Vit hava nú mett um fleiri ymiskar framtíðar spariloysnir á vegakervinum og á stovninum sum heild og hava valt tey tiltøk, sum ganga minst út yvir beinleiðis tænastuna til fólkið. Tó eru vit komin har til, at ikki slepst undan, at hetta rakar sjálva tænastuna á vegakervinum, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Landsverk hevur seinastu 15 árini raðfest játtanina soleiðis, at brúkarin merkir so lítið til hesa minkandi játtan, sum til ber. Stovnurin ásannar tó, at mark er fyri, hvussu effektivur tú kanst blíva, uttan at hetta rakar tænastuna beinleiðis. Roknast má tí við, at støðið á samlaða infrakervinum fer at falla. Borgarin fer at leggja til merkis, at tænastan versnar. Alsamt fleiri vegateinar verða bøttir í staðin fyri at verða nýasfalteraðir, og vegateinar fara at liggja fresaðir í longri tíðarskeið, áðrenn asfalt verður lagt á. At enda kann roknast við, at tað fer at taka Landsverki longri tíð at fáa viðurskifti í rættlag, eftir eitt nú áarføri, omanlop og tílíkt.

Við tí játtan, sum er sett fyri 2011, fer landsvegakervið framhaldandi at forfalla við økjandi ferð. Landsverk vónar, at hendan støðan ikki varðar við í fleiri ár, og heitir á fólk um at vísa tolsemi í sambandi við íverksetanina av hesi spariætlan. Við góðum vilja frá øllum pørtum í samfelagnum kann hendan støðan vera haldbar í eitt tíðarskeið. Um fleiri ár ganga, má tó roknast við, at hetta fer at hava við sær stórar fíggjarligar avleiðingar, og at vælferðarstøðið á ferðslu og ferðing fellur.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 07/09/2010, 10:23

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum