ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


'Nú er løtan'

Lesarin skrivar >>

Ein áheitan til Runavíkar kommunu

"Nú er løtan” er eitt av teimum vælsvingandi løgunum, sum hava rungað um oyggjarnar seinastu tíðina, og haldið eg eisini at tað er ein hóskandi yvirskrift, til hesa áheitan til Runavíkar kommunu, um at nýta lagaligu løtuna, at byggja tann leingi væntaða svimjihylin í Runavík.

Svimjifelagið Neptun
Í 1964, tóku nakrir ungir menn við áræði, stig til at stovna svimjifelagið Neptun, sum skuldi hava til endamáls, at fáa ein svimjihyl bygdan á Glyvrum.

Teir gjørdu alt, sum stóð í teirra magt til tess, og fingu bæði tekningar, grundstykki og fígging til vega. Tað skuldi tó vísa seg, at hetta ikki var so lætt, sum tað sá út til, og tá kommunan, av áðum, sum eg ikki komi inn á her, trekti sín part av fíggingini aftur, datt alt niður fyri. Hetta hevði við sær, at hóast so gott sum allar grannakommunurnar hava svimjihyl, er ongin svimjihylur enn bygdur í Runavíkar kommunu, hóast hetta hevur verið eitt av fólksins hægstu ynskjum øll hesi árini.

Lat meg nú ikki gerða kommununi órætt, ein hylur  bleiv bygdur í Søldarfirði, men hann velji eg, av góðum grundum at síggja burtur frá.

Skúlabygging uttan svimjihyl
Í 2005 fór Runavíkar kommuna undir nýggja skúlabygging við løkin í Runavík, og sóu somu menn, sum stovnaðu felagið í sínari tíð, nú ein møguleika til at fáa ein svimjihyl bygdan, saman við  nýggja skúlaprojektinum. Tí tóku teir stig til at endurstovnað gamla felagið, sum ikki hevði verið virkið síðani, og heittu tí á yngri kreftir um at taka yvir. Undirritaði bleiv, sum sjálvur fimti, valdur í nevndina, sum skuldi royna at koma í samskifti við kommununa, um at fáa svimjihyl bygdan saman við skúlanum.

Tað var við stórum spenningi, at vit sum nevnd fóru til verka, og sóu vit fyri okkum, at nú fór at bera til, tí teir sum tá ráddu fyri borgum, vórðu flest allir valdir inn í kommununa, uppá gylt vallyftir um ein svimjihyl, og væntaðu vit tí, at hetta var eitt upplagt høvi hjá teimum, at halda givin lyftir.

Hetta skuldi tíverri ikki vísa seg at verða so, vit fóru sum flongdir hundir av fundinum, boðini vórðu, at tað bar als ikki til hjá kommununi at spenna seg fyri meir enn tá var budgettera við.  Vit høvdu entá verið so raskir, at hava eitt alternativt projekt við okkum, sum vit høvdu fingið til vega frá einari donskum svimjifelag, sum passaði væl til okkara tørv, og sum hevði ein kostnað, sum leysliga mett, var uml. helvtina lægri enn projektið  sum kommunan hevði liggjandi. 

Tað løgna og undrunarsama, sum hendi  bert 2 mánaðar seinni var, at nú bar til at spenna budgettið hjá kommununi  við meir enn tí kostnaði, sum tilsvaraði tí alternativa projektinum, sum vit høvdu víst á, tí nú skuldi mentanarhús/aula og matstova byggjast saman við skúlanum. Í dag er meirkostnaðurin í mun til fyrsta budgettið helst væl dýrari enn projektið hjá kommununi var. Hetta er tó farið, og hava vit helst fínasta og best útgjørda skúla í landinum, har bæði Løkshøll og matstovan eru ein sonn perla, sum vit øll kunnu gleðast um og verða stolt av, og sum helst eru hvørt oyra vert.

Nú er løtan!
Nú situr nýggj manning í kommununi, og er tað ongin loyna, at teirra uppgáva ikki hevur verið heilt løtt, tí kommunan hevur verið fíggjarliga niðurbundin, vegna fígging av skúla og barnagarðs bygging. Hetta fer tó at verða avgreitt skjótt, og fari eg tí at heita á kommununa, um at leggja út í kortið av nýggjum, har svimjihylurin, sum flest øll í okkara parti av kommununi vilja hava, verður settur, sum fremsta raðfesting.
50 metra hylur í Runavík

Júst í hesum døgum, verður nógv prátað um mangulin av einum 50 metra hyli, og hevur tað ljóðað av hægsta stað, at fígging skal fáast til vega til ein 50 metra hyl. Hetta má so avgjørt verða tað gylta høvið hjá okkum, at bjóða okkara  øki fram til bygging av hesum hyli.  Um stutta tíð, verða vit knýtt tættari til høvuðstaðarøkið, og er tað sjálvsagt at vit, sum saman við grannunum á Toftum  eru ein verðuligur ítróttarmiðdepil,  bjóða øki fram til hesa skilagóðu verkætlan.

Eg vil fegin undirstrikað, at hetta lesarabræv, er ikki skrivað sum ein klaga um nakað ella nakran, men bert sum ein lýsing av støðuni og sum ein áheitan til fólk og mynduleikar á staðnum.

Eg vil at enda heita á Runavíkar kommunu og fólkið á staðnum  um at standa saman um hesa verkætlan, og fremja hana í verkið. Verkætlanin hevur staðið á pappírinum alt ov leingi, Nú er løtan, vit prógva á so mongum økjum, at vit kunnu ganga undan, bæði tá tað kemur til vinnulív, mentan og ítrótt, og trúgvi eg, at tað eisini fer at bera til at fremja hesa verkætlan í verkið.

Við Svimjihylskvøðu
Terje B. Vestergaard
Formaður í Neptun (Turrasta svimjifelag í Føroyum)


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 26/08/2010, 21:56

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum