Fjórða bókin í krimirøðini fyri ung eftir Kjetil Johnsen er nú komin. Hon eitur “Ballað inn í plast”. Tær fyrru bøkurnar í bókarøðini 3VINKONUR, sum telur 10 bøkur í alt, itu “Eitt hol í sálini”, “Vandamikli mussurin” og “Tað, sum fer at henda”. Fimta bókin kemur í september og eitur “Skilnaðarstund”. Vilborg og Nick dylja eitt ræðuligt loyndarmál. Allastaðni verða løgd upp ráð við fjaldari dagsskrá. Bæði kenna á sær, at tey eru um at missa tamarhaldið á lívinum. Vilborg fær tvítýddar fráboðanir frá Trinu og Nick, og hon er um at missa Noru. Og hvørji eru loyndarmálini, Nick gongur við? Hví hevur hann ein revolvara, og hvør er í veruleikanum systir hansara? Samstundis verður lívið hjá Benadiktu fløktari, og hon kennir seg meiri og meiri einsamalla. Hon veit, at pápi hennara dylur eitt, og hon skilur betur og betur misbrúkið hjá mammuni. Benadikta hevur sjálv ilt við at halda seg frá teimum smáu tablettunum, sum stilla ampa og ótta hennara. Ein av teimum fýra vinkonunum, Vilda, Nora, Trina og Benadikta, er vorðin myrd. Men hvør, hvussu, og hví? Ein dagin svimur eitt ungt par á Vatninum í Djúpadali. Tey bæði eru sansaleyst forlipt. Tey eru ekkaleys. Men áðrenn tey vita av, dagar okkurt upp úr dýpinum: Eitt lík av einari ungari gentu, sum er ballað inn í plast, og tey vita bæði, hvør hon er. Hon er ein af teimum fýra vinkonunum. Tíðin verður skrúvað aftureftir, og vit fylgja við lívinum hjá teimum fýra vinkonunum í vikunum framman undan morðinum. Vilborg, Trina, Nora og Benadikta ganga í 10. flokki og búgva í Djúpadali í Norra. Tær hava altíð verið bestu vinkonur, tær gera alt í felag og kunnu ikki vera til hvør uttan aðra. Men ein dag fáa tey ein nýggjan drong í flokkin. Hann eitur Nick. Hann er vakur av útsjónd og hevur eina duldarfullan og ógreiniligan ljóma um seg. Okkurt liggur djúpt í honum, sum hann ikki gevur øðrum innlit í. Hann er fosturbarn og eitt ár eldri enn hini í flokkinum. Søgur ganga um, at hann er kriminellur, og at hann eitt nú skal hava neyðtikið eina gentu. Men bæði Benadikta og Nora bráðna fyri honum. Tær fýra vinkonurnar skapa sær ymiskar trupulleikar hvør sær, sum tær ikki leggja í at lata hinar fáa innlit í. Burtur úr tí spyrst trídráttur, og tær fara at dylja loyndarnál hvør fyri aðrari. Loyndarmál, sum kunnu vera avgerandi fyri framtíðina… “Sansaleyst spennandi bókarøð” HETTA ER FARIÐ FRAM: Bæði Benadikta og Nora bráðna fyri Nick. Hann vil ikki vita av Benadiktu, og tað loypur sansaleysa øði í hana, og hon svør so dýran, at hetta skal hon ein fagran dag níva honum aftur. Nora og Nick halda nú saman, men tey mugu gera tað í loyndum, so at Benadikta ikki skal fáa frænir av tí, og vinalagið millum hennara og Noru verður spilt. Vilborg og Trina báðar fara at fjasast og knýta ástarband. Tær er ógvuliga forliptar, men ein dagin tekur Sunnvá Viksveen tær á berum í skóginum. Hon gevur teimum harðar kostir í at velja: Gerið, sum eg sigi, annars sigi eg tað fyri øllum. Trina verður ræðslusligin og slítur sambandið við Vilborg. Vilborg setur sær fyri at fara heim til Viksveen og gera, sum hon sigur. Í einari veitslu eitt sindur seinni fjasast Trina við Trym í flokkinum. Á Alnetinum er Benadikta komin í samband við ein, sum kallar seg Wolfman. Hann kroystir hana til at møta sær. Benadikta játtar, og hann vekur eitt sindur av ansi í henni fyri sær, hóast hann er tilkomin og gevur henni øl og tablettir — ella kanska júst tí? Fyrra bókin endaði við, at Vilborg kemur heim til Viksveen, og Viksveen krevur, at hon skal lata seg úr. So kemur Nick — hann hevur leingi havt eitt undarligt samband við Viksveen, eisini kynsligt. Viksveen krevur, at hann skal «spæla eitt spæl» við Vilborg, og tá Nick noktar, fer hon at arga hann við, at Katie livir. Katie er — ella var — systir Nick. Nick verður illur og rennir undir Viksveen. Hon dettur afturav og fer liggjandi, høvdið brestur ígjøgnum eitt glasborð — og hon doyr. Tá ið Nick stendur lútandi yvir líkið av Viksveens, skilur hann, at hann hevur sætt hesa myndina fyrr. Elina, sum er ættleidda dóttirin í húskinum, har hann býr í løtuni, hevur teknað eina tekning, sum er meinlík hesari støðuni. Og hon hevur sagt, at hon teknar tað, sum fer at henda ... Kjetil Johnsen, sum er føddur í 1966, er royndur blaðmaður og rithøvundur. Hann hevur stjórnað stóru norsku ungdómsbløðunum «TOPP», «Vi og Gutta» og «4U». Kendasta bókarøð hansara umframt 3VINKONUR er "Tusen biter», sum telur 18 bøkur og er eisini týdd til onnur mál. Hann starvast í løtuni eisini sum ritstjóri hjá Egmont-fyritøkuni. “Ballað inn í plast” eftir Kjetil Johnsen, sum er 190 blaðsíður, er gjørd prentbúgvin hjá Cre8 í Klaksvík og prentað hjá Narayana Press í Danmark. Kápumyndina eigur teknarin Ronja Berge, Jákup í Skemmuni hevur týtt úr norskum, og útgevari er forlagið Nýlendi. Mentanargrunnur Landsins hevur stuðlað útgávuni. Bókin fæst í øllum bókabúðum fyri 110 krónur. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|